- Gott við lokalari arbeiðsmegi

Oyrarbakki: -<DPTAB>    Vit umhugsa at bjóða uppá arbeiðið við Felagsskúlan. Men tíðarætlanin er so stutt, at vit hava lítlan tjans, sigur Jóan Petur Vang.

Hóast byggifelagið hjá Jóan Peturi ikki telist millum tey størstu í landinum, so hava teir longu prógvað, at dugur er í monnum.
Hesin barnagarðurin á Oyrarbakka er nevniliga bert eitt av teimum mongu verkunum, sum teir hava verið við í.
Teir vóru m.a. saman við øðrum, tá tann stóri bygningurin hjá Føroya Tele varð gjørdur í Havn. Tá tann nýggi IDE-bygningurin varð gjørdur á Hálsi, vóru teir somuleiðis við har. Og í Kollafirði vóru teir við, tá tann stóri bygningurin hjá Klooesterboer varð gjørdur.
Tað næsta stóra prosjektið, sum teir vóna at sleppa at bjóða uppá er eitt rættiliga stórt arbeiði við Felagsskúlan á Oyrarbakka. Hesin skal eftir ætlanini bæði umbyggjast og umvælast í næstum.

Avskrivaðir uppá forhond
Hetta arbeiðið er Jóan Petur sera eisini spentur uppá, men tað er bara eitt stórt MEN fyri hansara menn ? og tað er arbeiðstíðin.
Teir hava frammanundan bjóðað uppá og fingið ymisk smærri arbeiðir í kommununi, men at fara undir felagsskúlan er helst ein alt ov stórur biti fyri lítlu fyritøkuna.
-Eg sá, at tit í Sosialinum skrivaðu um tann nýggja skúlan í Kvívík, men hetta arbeiðið er fýra ferðir størri enn skúlin í Kvívík. Og so hava teir bert sett eitt ár og tríggjar mánaðir til arbeiðið, meðan teir í Kvívík høvdu tvey ár til 1000 fermetrar, sigur Jóan Petur.
Við Felagsskúlanum á Oyrarbakka skulu 1000 fermetrar byggjast uppí, eins og 1300 fermetrar skulu umvælast.
Men Jóan Petur kann bara staðfesta, at hansara fyritøka er næstan avskrivað uppá forhond: Við teirri alt ov strammu tíðarætlanini sum er sett upp, eru tað bara tey stóru feløgini, sum hava nakran møguleikan at gera arbeiðið.
-Eg havi roynt at tosa við borgarstjóran og aðrar í kommununi um hetta at brúka ta lokalu arbeiðsmegina. Hvat bilar tað, um tað tekur eitt hálvt ár longri? Tá kanst tú hava lokal fólk í arbeiði og kanst útnytta okkara royndir. Men teir hava svarað mær, at allir sleppa at bjóða.
-Men tað er púra greitt fyri mær, at tíðarætlanin er so mikið knøpp, at tað eru bara nakrar heilt fáar fyritøkur sum kunnu gera tað - og so er enntá spurningurin um tey ikki mugu hava útlendska arbeiðsmegi aftrat fyri at gera arbeiðið, sigur Jóan Petur.