Tað verður eitt fundarhøli heilt ólíkt tí, ið Michael Gove kennir til frá London, ið verður karmur um fundin millum bretska fiskimálaráðharran og Høgna Hoydal, landsstýrismann í fiskivinnumálum, tá tey hittast í morgin. Fundurin millum teir báðar verður nevniliga umborð á Høgaberg.
Tað er í morgin, at bretski fiskimálaráðharrin kemur til Føroyar í samband við, at hann skal á fund við Poul Michelsen, landsstýrismann í uttanríkis- og vinnumálum, og Høgna Hoydal, landsstýrismann í fiskivinnumálum.
Bretski fiskimálaráðharrin kemur til landið í morgin, men fundarvirksemi byrjar fyrst týsdagin, tá hann fyrst skal hitta Aksel V. Johannesen, løgmann, áðrenn leiðing gongur í grannahúsini á Tinganesi, har hann skal á fund við Poul Michelsen.
Fundurin við Høgna Hoydal verður tó á einum heldum øðrvísi staði. Á middegi týsdagin fara teir báðir fiskivinnumálaráðharrarnir umborð á uppsjóvarskipið Høgaberg, ið skal sigla teir til Miðvágs. Umborð fær Michael Gove høvi at skoða skipið, men eisini er tíð sett av til ein fund við Høgna Hoydal.
Umframt at fundast við landsstýrið, nýtir Michael Gove eisini høvi at vitja bretsku gravirnar í Tórshavn og krígssavnið í Miðvági.
Michael Gove fer av landinum aftur týsdagin.