Tað heilstoypta menniskjað er nógv oftari at finna í Føroyum, enn aðrastaðni, segði Poul Nyrup Rasmussen í røðu, hann helt í Nóatúni mikudagin.
Hann ivaðist ikki í, at tað vóru góðu, gomlu, føroysku ættarbondini, sum vóru orsøkin.
Og hann legði føroyingum eina við at halda hesi virði í hevd. Eisini, um vit einaferð fara at finna olju undir Føroyum.
»Lovið mær, at oljan ikki verður eitt »Gold Rush«, sum forkemur teimum gomlu, menniskjansligu virðunum, sum kortini eru tey, sum halda longst,« heitti forsætisráðharin á tey, sum komin vóru at hitta hann.
Forsætisráðharrin hevði tvær føroyskar bøkur, týddar til danskt, við sær. Og teimum »citeraði« hann úr.
Hann byrjaði við Jóannesi Nielsen, sum samanber gummistyvlarnar við tempulsúlurnar.
Jú, helt Poul Nyrup Rasmussen, tað er í lagi at vísa fram tempulsúlurnar sum ta mentan, vit fegin vilja síggja. Men gummistyvlarnir vísa tað, vit byggja á.
Og hann endaði við at broti hjá Róa Paturssyni, sum sigur, at tað góða ljósið skal eingin taka frá okkum.