Fyri 16. ferð skipar dansifelagið Kom og Dansa fyri grýludansi føstulávintsleygarkvøld 17. februar.
Í ár verður tiltakið í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, og til dansin í ár fara teir vælumtóktu Showmenn at spæla.
Fyrireikararnir siga, at teir hava hesi árini roynt at gera tiltakið meira fjølbroytt enn tey flestu dansitiltøkini, og hevur nógv forvitnisligt verið á skránni hesi árini.
Sigast kann, at hetta er vorðin ein verulig traditión, og hava nógv fólk verið til dansin hvørt ár. Mest úr Eysturoynni, men nógv eru eisini komin aðrastaðni frá.
Og nú Norðoyatunnilin er komin, ber væl til hjá norðoyingum at koma til tiltakið.
Mong av teimum sum koma hava nýtt møguleikan at lata seg í grýluklæðir. Ein hevur týðiliga sæð, at nógv av teimum hava brúkt nógva tíð at seyma og annars gera sær eina drakt.
Fyri at gera tað meira áhugavert og spennandi at gera góð og orginal grýluklæði, hevur tað á hvørjum ári verið latnir góðir vinningar til bestu grýlurnar, og í ár verða eisini góðir vinningar latnir til nr 1-2-3.
Nevnast kann, at grýluklæðini skulu vera heimagjørd fyri at koma uppí part, tá dømast skal.
Ikki tí, keypt grýluklæðir eru eisini meira enn vælkomin, men tað verður ikki hildið at verið rætt, at ein sum fer inn í ein handil og keypir sær ein drakt, skal vinna yvir einum, sum hevur sitið og hevur nýtt hendur og hugflog og nógva tíð til arbeiðið.
Bussar koyra úr Vágum, Vestmanna, Tórshavn og Sundalagnum, eins og bussar koyra av Strondum og Toftum, á vegnum verður koyrt gjøgnum Gøtu og Leirvík.
Eisini er møguligt at koma úr Klaksvík við bussi.
Allir bussarnir koyra heim aftur eftir dansin.
Alt hetta stóra tiltakið verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði leygarkvøldið 17. februar.