Fyri 13 ferð skipar dansifelagið Kom og Dansa fyri grýludansi á Kambsdali føstulávintsleygarkvøld.
Og til dansin í ár fara teir vælumtóktu »All That Rain« at spæla.
Fyrireikarnir siga, at teir hava roynt at gera tiltakið meir fjølbroyt enn vanlig dansitiltøk flest, og hevur nógv forvitnisligt verið á skránnið hesi árini.
Eisini hevur høllin verið pyntað við ljósperum og ballónum hvørt ár.
Øll árini hevur dansurin verið í ítróttarhøllini á Kambsdali. Sigast kann at hetta er vorin ein verulig traditión, og hava nógv fólk verið til dansin hvørt ár. Mest úr Eysturoynni , men nógv eru eisini komin aðrastaðni frá.
Nú er eisini góður møguleiki hjá Vágafólki at koma til tiltaki.
Og mong av teimun sum koma hava nýtt møguleikan at lata seg í grýluklæðir. Ein hevur týðuliga sæð at nógv av teimun hava brúkt nógva tíð at seyma og annars gera sær eina drakt.
Fyri at gera tað meira áhugavert og spennandi at gera góð og orginal grýluklæði, hevur tað á hvørjun ári verið vinningar til bestu grýluna, og í ár er ætlanin at gera nakað serligt burturúr.
Besta grýlan vinnur nemliga ein uttanlandsferð fyri 2 .
Nr 2 og 3 fáa eisini vinning.
Nevnast kann at grýluklæðinið skulu vera heimagjørd fyri at koma uppí part, tá dømast skal.
Ikki tí, keypt grýluklæðir eru eisini meir enn vælkomin, men tað verður ikki hildið at verið rætt, at ein sum fer inn í ein handil og keypir sær ein drakt, skal vinna yvir einum, sum hevur sitið og hevur nýtt hendur og hugflog og nógva tíð til arbeiðið.
Bussar koyra frá Vágum og Vestmanna og Tórshavn, eins o g bussar koyra av Strondum og Toftum kl 23.30,á vegnum verður koyrt gjørnum Gøtu og Leirvík.
Allir bussarnir koyra heim aftur eftir dansin
Alt hetta stóra tiltakið verður á Kambsdali leygarkvøldið 21. februar