Gríma: NOT KABARETT

2. Hvítusunnudag 31. mai kl. 20.00 hevur Leikhúsið Gríma premieru á Not Kabarett

Tá ið tað ferð eftir ferð er staðfest, at tað, sum selir mest í Føroyum eru sex og porno, skandalir og religiøsir sangleikir, so mugu vit heldur ávara tykkum um, at eingin av hesum omanfyri nevndu kategorium eru við í Not Kabarettini, sum Leikhúsið Gríma í næstum fer at sýna fram.
Soleiðis sigur Leikhúsið Gríma í tíðindaskrivi um leikin, sum verður frumframførdur annan hvítusunnudag.
Tey siga, at okkara transvestittar eru bæði hampuligir/ar og siðiligir/ar, og tankalesarin ansar væl eftir, at innastu forbodnu tankarnir ikki koma fram -idioturin er slett ikki so býttur sum hann sær út til - og purrivøtturin er slett og aldeilis einki farligur.
Hetta er ikki ein Ólavsvøku-kabarett, hon kemur ikki fyrr enn tá, men hetta er heldur ein »á-veg-í-býin-kabarett« til eitt og hvørt hugnaligt hóskvølds-fríggja-leygar- og sunnukvølds-høvið.
Spælt verður klokkan 20:00 hóskvøld og sunnukvøld - men fríggjakvøld og leygarkvøld verður spælt klokkan 22:00. Kostnaðurin er 125.
Við hesum verið vælkomin á Not-Kabarett. Og góða skemtunn, heilsa tey úr Grímu.
el