Grønlendska stjórnin fekk undirtøku fyri øllum sínum ynskjum, tá limalondini í Altjóða Hvalaveiðufelagsskapurin IWC í vikuni samráddust um hvalakvoturnar fyri 2019 til 2025. Tað boðar grønlendska sjálvstýri frá í tíðindaskrivi.
Tað merkir millum annað, at kvotan at veiða sildreka í Eysturgrønlandi hækkar úr 12 til 20 hvalir, meðan restirnar av kvotunum verða óbroyttar næstu árini.
Tað var ein stórur meiriluti av felagsskapinum, ið tók undir við nýggju kvotunum til upprunafólk, harímillum grønlendingar eru bólkaðir. 58 limalond atkvøddu fyri nýggju kvotunum, 7 atkvøddu ímóti og trý lond atkvøddu blankt.
Nýggja kvotan gevur grønlendingum rætt at veiða 164 sildrekar í Vesturgrønlandi, 20 sildrekar í Eysturgrønlandi, 5 nebbafiskar í Vesturgrønlandi, 2 grønlandsslættibøkur í Vesturgrønlandi og 10 kúlubøkur í Vesturgrønlandi.