Grønlendska landsstýrið hevur játtað reiðaríum royndarloyvi at fiska tilsamans 45.000 tons av sild, makreli, svartkjafti og gulllaksi undir Eysturgrønlandi í ár. Talan er um 10.000 tons av sild, 15.000 tons av makreli, 10.000 tons av svartkjafti og 10.000 tons av gulllaksi.
Karl Lyberth, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, vísir á, at tey seinastu árini er støðugt meiri uppsjóvarfiskur komin í grønlendskan sjógv. Eitt nú vórðu góð 5.200 tons a makreli fiskað við Eysturgrønland í fjør.
Landsstýrismaðurin sigur í tíðindaskrivi, at verða kvoturnar í ár uppfiskaðar, fer landsstýrið at umhugsa at hækka tær. Hann sigur, at høvuðsmálið hjá landsstýrinum er, at allir fiskiveiðimøguleikar skulu gagnnýtast.