Grønlandsferðin hjá Stauning

Tríggjar góðar grundir eru til, at Stenbjerg Forlag gevur "Min Grønlandsfærd" eftir Stauning út aftur: Hon er aktuell, hon er væl skrivað, og hon er um Grønland

- Vanligu umrøðuevnini við náttúrðaborðið í mínum barnaheimi ella á teim longu teinunum í bilinum ímillum fundirnar hjá pápa runt um í landinum, vóru Grønland og eisini Føroyar. Serliga Grønland var ofta á skránni. Tá pápi mín í 1930 tók við starvinum sum forsætisráðharri í Danmark, syrgdi hann fyri, at Grønland varð grundfest í forsætisráðnum. Hansara støða var, at vit skuldu hava eitt virki samband við hetta stóra økið. Sum tann fyrsti danski ráðharrin nakrantíð, fór hann longu sama ár til Grønlands, fyri sjálvur at kunna seg við grønlendsk viðurskifti, um landslagið, vinnumøguleikarnar, sosialu viðurskiftini og annað.

Soleiðis leggur Søren Stauning fyri í eftirmælinum í bókini "Min Grønlandsfærd" eftir Thorvald Stauning, sum forlagið Stenberg Forlag gevur út í hesum døgum. Søren er 77 ára gamli sonur gamla Stauning.

Bókin er prentað upp aftur við nýggjum myndum, men annars er talan um upprunaliga handritið hjá gamla forsætisráðharranum. "Min Grønlandsfærd" er ein bók, sum hevur verið bæði goymd og nærum gloymd í nærum 70 ár, og bert fá hava vitað av henni. Upprunaliga útgávan kom út í einum lítlum upplagi, og hon varð skjótt seld.

Nú Stenbjerg Forlag gevur bókina út aftur í samstarvi við Søren Stauning, eru tríggjar góðar grundir til tess: Hon er aktuell, hon er væl skrivað, og hon er um Grønland.

At bókin er aktuell, kemst av, at Grønland er meiri í andgletti nú enn nakrantíð, og sama kjakið um sjálvstýri, loysing, búskap, vinnumøguleikar og verjan av upprunafólki, er framvegis uppi í tíðini.

At bókin er væl skrivað, undrar neyvan nakran sum hevur lisið um gamla "landsfaðirin", ella lisið nakað av honum. Talan er um neyva og fullkomna málviðgerð, sum sjálvandi í dag minnir um góðar gamlar dagar, og dámar tær tað, dámar tær eisini bókina.

Triðja orsøkin fyri at geva út "Min Grønlandsfærd" er sjálvandi Grønland. Hesin heilt serligi bletturin á landakortinum, sum síðani dagar Eirik Reyða hava hugtikið og bergtikið fólk. Hevur tú fyrst fingið Grønland í blóðið, varir tað fyri lívið.

Á veg heim úr Grønlandi vitjaði Stauning í Føroyum. Forsætisráðharrin nevnir í síni umrøðu av Føroyum uttan fyrivarni sína meining um tey ofta spentu viðurskiftini millum londini bæði, sum eisini tá vóru millum Danmark og Føroyar. Bókin er ein deilig ferðabók úr Grønlandi, men eisini eitt tilboð til tann søguliga áhugaða. Hon er 168 síður og kostar 199 krónur.