1. mai
Í dag er +5 stig og stilli. Lómur er inni í Illulisat við knapt 140 tonsum. Hetta er annar túrur hjá hesum holdinum. Hin túrurin var næstan líka góður. Polar Amaroq er inni her í Sisimiut og partlandar. Teir skulla vera í Nuuk tann 12 mai at landa, og sama dag skal Ocean Tiger landa í Íslandi.
Har eystanfyri er ógvuliga svingandi fiskarí, men síðsta vika hjá teimun var i lagi, 75 tons fóru niður. Men sum nú var, var onki at tosa um. Lítið og onki kom niður hjá teimum. Polar Nagtoralik, har “the grand old man” innan rækjur her í Grønland, Kristin Højgård, er skipari, var inni her í gjár og partlandaði. Teir høvdu gott 500 tons inni. Sum eg skilji, er fiskaríið í lagi, tá teir sleppa framat fyri ísi.
4. mai
Natarnaq kom inn í kvøld vid fullari last, gott 500 tons, sum teir hava fiskað í 9 dagar. Polar Nataarnaq er inni í Aassiat og landar, har er alt fult hjá teimum. Teir smærru bátarnir fáa nógvar rækjur norðuri í kassanum.
6. mai
Steffen C er komin til Manitsoq at landa vid fullari last. Natarnaq, sum kom mánakvøldið, skal sigla nú í morgun. Qaqqatsiaq legði at, so skjótt sum Nataarnaq hevði loyst. Teir hava gott og væl 300 tons inni. Qaqqatsiaq sigldi longu um midnátt til nýggjan túr.
9. mai
Í dag er av ringasta ódnarveðri av suðri við nógvum vindi við kava. Tað vardi líka til middags, sólskin var restina av degnum. Lómur kom inn til Illulisat vid 137 tonsum, ein óførur túrur hjá teimum.
11. mai
Í dag dýrdarveður. Polar Qaasiut er komin inn at landa, teir hava gott 300 tons inni. Teir vóru inni fyri kortum og løgdu 200 tons upp, so túrurin er brúkiligur hjá teimum. Ocean Tiger kom inn til Hafnafjørðin at landa í morgun, og teir skifta nakað av fólki eisini.
14. mai
Lómur er komin inn til Illulisat vid 135 tonsum av góðum rækjum. Teir skulla sigla aftur í morgin nýggjan til túr. Teir hava trupulleikar við ísi har um leiðir. Teir royna uppi við Haruoynna norðalaga við Diskooynna. Ongar harur eru á oynni hóast navnið.
Tað kom ein bátur úr Illulisat vid tvøsti av einum grønlandshvali at selja her. Hvøljan, sum var 2-3 cm tjúkk, smakkaði frálíkt. Hon kostadi 120 kr pr kg.
Tvøstið kostaði 40 kr kg. So seldu teir bardur fyri 1.000 kr stykkið. Teir verða nógv brúktir av teimun, sum gera ymisk grønlendsk suvenir.
Eg skuldi keypa mær tvøst. men so kom eg at koyra við einari damu, sum segði, at tvøstið var líka seigt sum gummi. Tað er nú onki at siga til. Grønlandshvalurin kann blíva um 200 ára gamal. Hetta var ein gomul hon, sum hevur mjólkað í fleiri mansaldrar.
Várið er um at bróta fyri nev. Í tríggjar dagar hava vit haft hitastig. Tað hægsta hevur verið + 6 stig.
17. mai
Í dag eru + 6 stig. Frætt er frá Ocean Tiger. Teir liggja í Eysturgrønlandi og royna Teir siga, at tað kundi veri betri fiskarí.