Næstan ein fjórðingur av teimum vaksnu í Grønlandi hava stórar trupulleikar við vektini, og tað er tríggjar ferðir fleiri enn fyri 15 árum síðani, sigur kringvarpið í Nuuk.
Birgit Niclasen, heilsuráðgevi hjá landsstýrinum, sigur, at grønlendingar eta ov feitan mat, ov nógv sukur, og harafturat røra teir seg ov lítið. Hon sigur, at vesturlendskur matur hevur skúgvað tann heilsugóða grønlendska matin av køksborðinum, samstundis sum støðugt fleiri fáa sær sitandi arbeiði.
Grønlendsku hagtølini vísa, at tað eru serliga kvinnur oman fyri 35 ár, sum hava trupulleikar við vektini.