Grønlendingar vilja læra av føroyingum

-vilja vita, hvussu føroyska vinnulívið brynjar seg út til komandi oljuútviklingin og annars hvussu vit skipa fyri oljuútbjóðing.

Jan Müller


Í sambandi við stóra Tórekktiltakið, sum varð hil.dið í Havn seinasta vikuskiftið vitjaði eisini stjórin í grønlendska oljuelagnum, Hans Duus Jørgensen.

Hann helt tað kundi vera áhugavert at kunna seg viðurskifti í Føroyum, sum hava tilknýti til komandi oljuleiting, og her kanska serstakliga spurningin, hvussu føroyska vinnulívið brynjar seg út til nýggju avbjóðingarnar.

Hans Duus Jørgensen vísir á týdning, at eitt nú bæði grønlendingar og føroyingar megna at skipa útviklingin, so mest arbeiði og inntøkur liggja eftir í ávikavíst Grønlandi og Føroyum. -Hetta er ikki nakað, sum skal ganga fyri seg í Stavanger ella í Keypmannahavn. Vit vilja hava, at grønlendingar útbúgva seg til jarðfrøðingar og onnur størv innan oljuvinnuna, og at útviklingurin og menningin í hesi vinnu fer fram í Grønlandi. Vit mugu sjálvir sáa fyri at kunna heysta seinni sigur hann og vísir til tað sannroynd, at grønlendingar hava sítt almenna oljufelag og sipar eisini her til júst sama útviklingin, sum var í Noregi í 70-unum, tá spírin varð lagdur til Statoil.

Hans Duus Jørgensen heldur tó ikki, at tað ber til at samanbera við støðuna í Føroyum, har almenna oljufelagið ikki bleiv til nakað í fyrstu atløgu. -At tit hava tvey privat oljufeløg ger støðuna nógv øðrvísi enn hjá okkum í Grønlandi, men sjálvur haldi eg, at føroyingar eiga at fylgja gongdini sera neyvt og kanna um ikki rætt er at fáa eitt alment oljufelag inn í myndina einaferð seinni, um tað t.d. vísir seg, at her er nógv olja.

-Gjøgnum skattaskipanir fáa tit bert pengarnar. Eitt alment oljufelag kann eisini tryggja virksemi, men kann hetta verða gjørt av privatum, so er tað eisini ein møguleiki. Hinvegin kann man koma at iðra seg um ikki at hava eitt alment oljufelag, um man fær ein útvikling, sum líkist tí í Noregi.

Grønlendingar eru sera spentir um útviklingin á oljuøkinum. Tað er sannlíkt, at har verður funnið gass, heldur enn olja.

-Tað er ein trupulleiki at halda bjartskygnið millum grønlendingar aftur sigur Hans Duus Jørgensen, sum tó eisini vísir til hagtølini,s um siga, at olja verður bert funnin í eini út av hvørjum 10 boringum. Og tað er so eisini nakað, sum man má hava í huganum, tá man skal meta um eina framtíðar oljuvinnu.

Nýggja Statoil boriskipið Navion skal byrja at bora í Grønlandi í juli. Hetta er eitt spildurnýtt boriskip, sum í løtuni roynir seg í norskum øki.

Hans Duus Jørgensen er komin til Føroya fyri at vita, hvussu vit bera okkum at, nú tað stundar til eina oljuvinnu.

Hóast grønlendingar fara at bora longu í summar, so eru teir kortini aftanfyri okkum vísir hann á. Tí fyrsta útbjóðingin við Grønland verður ikki fyrr enn næsta ár. -Hetta kann skiljast eitt sindur øvugt fyri tykkum, men støðan er tann, at henda fyrsta boringin verður gjørd, áðrenn oljufeløgini frítt sleppa at bjóða. Hans Duus Jørgensen er væl greiður yvir, at hetta er nakað av einum hasardspæli, tí gevur henda fyrsta boringin eitt negativt úrslit, so kann tað fáa negativa ávirkan fyri alla komandi útbjóðingina, soleiðis at tað verður avmarkað, hvussu nógv feløg tá í heila tikið vilja brúka pengar í hesum fjarskotna økinum.

Men her vendist ikki aftur. Nú verður so borað, og eftir tað fer so at koma ein útbjóðing. Tað eru Statoil, Dong, Phillips og Nunaoil, sum hava fingið loyvi til hesa fyrstu boringina til havs í Grønlandi. So fáa vit at síggja hvussu gongur.

Grønlendingar hava eina heilt aðra skipan á undirgrundarøkinum enn føroyingar. Teir hava viljað havt eina skipan, har Danmark og Grønland eiga helvt um helvt av møguligum inntøkum í undirgrundini og standa tí eisini fyri hvør síni helvt at menningini av økinum.

Hans Duus Jørgensen hevur arbeitt í oljuvinnuni í meira enn 15 ár. Hann er útbúgvin cand.polit. og hevur arbeitt hjá danska orkumálaráðnum, síðani hjá Dong og nú hjá Nunaoil.

Dong eigur helvtina av Nunaoil, og Heimastýrið eigur hina helvtina.

Eins og í Føroyum halda grønlendingar, bæði politikarar og fólkið annars, at tað hevði verið gott um búskapurin fekk fleiri bein at standa á, og her kann olja koma at hava týdning.

Stjórin í Nunaoil vónar, at tað ber til at samvinna á oljuøkinum, nú Grønland og Føroyar gera seg út til oljuleiting.