Grønlendsk fólkaatkvøða um sjálvstýrið verður 25. november

Hans Enoksen, landsstýrisformaður boðaði frá hesum í nýggjárstalu sínari. Um góðar 11 mánaðir, 25. november 2008 verður fólkaatkvøða í Grønlandi. Grønlendingar skulu tá atkvøða um eina nýggja sjálvstýrislóg. ?Sum fólk eiga vit altíð at stremba eftir størri sjálvstýri. Tí um vit ikki gera tað, so leggja vit forðingar í vegin fyri framburði okkara, og tað fer bert at skaða okkum!? segði Hans Enoksen, landsstýrisformaður. ?Økt ábyrgd fer at føra til framstig. ?Ein menning uttan ábyrgd førir bert til passivitet, naggatódn og rótloysi. Hevur ein ikki mál í lívinum, verður ringt at seta kósina. Vit hava sett kósina ímóti sjálvstýri, og tað er sera týdningarmikið, at vit taka tað næsta stigið. Við hesi ætlanini í hondini kunnu vit yvirtaka fleiri málsøki, og lata dyrnar upp fyri øktum búskaparligum møguleikum!? segði Hans Enoksen eisini í nýggjársrøðu sínari til grønlendska fólkið.