Grót datt undan Gásadalstunlinum

Leygardagin datt smágrót undan loftinum í Gásadalstunlinum. Og hóast eingin skaði stóðst av tilburðinum, var hetta var aðru ferð innan fáar dagar, at tilfar loysnaði úr loftinum í hesum tunlinum. Mikukvøldið datt smágrót niður á ein bil, sum fekk nakað av skaða á takið.

- Tað er sjálvandi óheppið, at grót loysnar undan loftinum. Hetta ber ikki til at tryggja 100 prosent við tí hátti, vit í Føroyum gera tunlar uppá. Eins og í Noregi verða okkara tunlar ikki tryggjaðir við heildekkandi betongfóðri, sum gjørt verður í summum londum, sigur Heini Eysturoy, leiðari á vegadeildini á Landsverki.

Fólk á stovninum fara nú undir at reinsa og kanna tunnilin fyri leyst grót. Arbeiðið fer í gongd í vikuni, og tí kann roknast við, at ferðslan verður nakað tarnað, meðan arbeiðið fer fram.

- At so er stutt ímillum, at grót dettur undan loftinum, er sjálvandi óheppið, og hesum kunnu vit heldur ikki liva við. Men eins og restin av vegakervinum hevur tað leingið verið tørvur á umfatandi viðlíkahald, sigur Heini Eysturoy,

Landsverk hevur javnan víst á, at játtanin til viðlíkahald av vegakervinum ikki hevur fylgt við tørvinum seinastu 15-20 árini, samstundis sum fleiri tunlar eru komnir afturat. Ikki bert er sjálv krónujáttanin skerd. Stóri prísvøksturin hesi árini hevur borið í sær, at munandi minni fæst fyri játtanina.