Tey, sum koyrandi eftir Fámjinsvegnum á miðdegi í dag, fingu sær ein lítlan hvøkk, tí ein hampiliga stórur steinur lá mitt á vegnum.
Mett verður, at steinurin vigar útvið 100 kilo og hann kom á vegin beint vestanfyri skarði.
Ongin bilur var fyri, tá ið steinurin leyp. Men so heppin eru tey ikki altíð, tí fyri nøkrum árum síðani var ein bilur fyri, tá ið tað leyp á vegin og hann rakti í hjálmin á einum bili, sum kom koyrandi, men hann stiklaði eftir hjálminum og fór útav og rakti ikki rútin.
Fámjiningar siga, at tað er javnan og savnan, at grót loypir á vegin báði megin Skarði og at steinar liggja á vegnum er gerandiskostur og tað eru ikki so fáir bilførarar, sum hava fingið dekkini karvaði upp av slíkum steinum.
Fámjiningar siga, at ein stuttur tunnil á einar 700-800 metrar, ella sum Leynatunnilin, hevði loyst allar trupulleikarnar, og tí vóna tey, at hann kemur, eftir at politikarar hava tosað um hann í ein mansaldur.