Grátandi smágenta: - Pápi drekkur so illa!

Ólavsøkan er um nakað hátíðin, tá øll eru í góðum lag. Og tó. Handan tey mongu glaðu smílini eru lagnur, sum eru tyngdar og soraðar av alkoholið og fylgjum tess.

"Alkohol er ein stórur trupulleiki í Føroyum," sigur Yvonna Drangberg, leiðari fyri Blákross Kafe'ina, "vit vilja geva øllum teimum, sum er rakt av alkoholi, ein møguleika at koma inn í eitt rúsfrítt umhvørvi. Um onkur hevur okkurt upp á hjarta, so eru vit eisini til taks at práta."

Alkohol hevur tíverri ein heldur stóran leiklut í ólavsøkuni, og er hetta nakað, sum Yvonna sær sum ein møguligan trupulleika fyri summi.

"Um fólk eru komin úr rúsdrekkatrupulleikunum, so lúra nógvar freistinar á ólavsøkuni, sum tey lætt kunnu fella fyri. Tí vilja vit hava opið, so tey kunnu flýggja undan og koma til eitt umhvørvi uttan rúsdrekka," sigur Yvonna.

"Í fjør kom ein smágenta inn á kafe'ina. Hon hevur verið um 10 ára aldur. Eina góða løtu stóð hon við diskin og bara helt einum tyggigummi, meðan hon hugdi niður. Eg spurdi hana so, um hon vildi hava okkurt, sum hon ikki hevði ráð til. Tá segði hon tey hjartaskerandi orðini: 'babba drekkur so illa'. Vit fóru so afturum, har hon skar í sjóðheitan grát og oysti hjartað út og fortaldi um rúsdrekkatrupulleikan hjá pápa sínum" sigur Yvonna og vísir við hesi søgu á týdningin av arbeiðinum hjá Bláa Krossi, "eg møtti gentuni nakað seinni, og tá tyktist hon nógv glaðari, so eg vóni, at pápin hervið er komin úr rúsdrekkatrupulleikunum."

Yvonna er ikki bangin fyri at blíva arbeiðsleys, "nei, vit hava tíverri nokk at gera. So leingi alkohol fer at elva til trupulleikar í Føroyum, fara vit altíð at vera til taks - bæði fyri persónin sjálvan, men eisini tey avvarandi," sigur Yvonna at enda.