Jóna Mortensen
Soleiðis skrivar Herálvur Jacobsen formaður Føroya Lærarafelags millum annað í eini grein í miðlunum herfyri.
Tað verður nógv tosað um strongd í hesum døgum. Fólk eru blivin meira upplýst um, hvussu týdningarmikið tað er ikki at gerast strongd/ur. Fokus verður varpað á, hvussu umráðandi tað er, at trivnaður er í hásæti.
Men er hettar bara tos og orðaskvaldur? Hvussu kunnu lærarar og næmingar trívast, tá umstøðurnar fyri at trivnaði bara gerast verri og verri?
Í greinini hjá Herálvi stendur eisini »Vit eru komin har til, at vit ikki longur kunnu halda fólkaskúlalógina. Skúlaleiðslurnar sótu longu fyri hetta skúlaárið við svartaperi, tí tær høvdu ilt við at fáa alt at hanga saman, og nú er støðan bara versnað uppaftur meiri. Leiðslurnar skulu finna loysnir; ein máti er at leggja flokkar saman fyri at spara tímar, men flokkar við 40 til 60 næmingum er eingin haldbar loysn«.
Hvussu kann tað forsvarast at leggja flokkar saman, so tað ikki verður inniverðandi í tímunum?
Hettar er avgjørt ikki rætta staðið at spara. Mær vitandi hava lærarar verið á skeiði fyri at útbúgva seg, so teir kundu »lofta« næmingum, sum hava trupult við at fylgja við, eitt nú næmingar, ið eru orðblindir. Skúlin skuldi arbeiða framímóti at »eingin skuldi detta niður ímillum« og verða við sviðið soð.
Seinasta ár vóru óvanliga nógvar umsóknir sendar til Alv skúlan. Men har kundu tey heldur ikki taka hesar næmingar, »sum ikki høvdu fingið tað teir skuldu í fólkaskúlanum«, tí so máttu tey hava meira pening, og tað kom ikki uppá tal. Hvat bleiv av teimum, sum ikki sluppu inn á Alv skúlan? Jú tey blivu slept uppá fjall.
Okkara deiliga land sum skal verða verðins besta land at liva í í 2015.
Sonur okkara, sum nú er 21 ár, fór úr skúlanum í 8. klassa, hann orkaði ikki meira. Sjálvsálitið var í botni, hann sat bara á aftasta bonki í flokkinum og passaði seg sjálvan. Hann er orðblindur. Men har var eingin hjálp at fáa.
Hvussu í verðins navni kann tað undra nakran, at vit liggja niðast á listanum tá pisakanningar eru?
Eg má siga, at eg kann ikki annað enn geva Herálvi rætt. Hvussu kann tað koma upp á tal at spara meira á skúlaøkinum? Hvat er tað, vit vilja? Hví er hatta í lagi? Hví undrast, tá Alv skúlin hevði óvanliga nógvar umsóknir um upptøku seinasta ár, eisini frá næmingum ið ikki høvdu serligan tørv. Eru tað ikki nakrar klokkur, ið ringja, tá ein hoyrir sovorði, ella velur ein at lata oyruni aftur? Hettar kann bara enda galið.