Komandi leygardag klokkan 15: letur upp ein grafisk framsýning i Ribarhúsi í Fuglafirði.
Tað er Helga Thagaard úr Thisted, sum stillar út. Hon er kona læknan, Holger Juul Sørensen, sum er lækni í Fuglafirði í løtuni. Umframt at vera lækni er hann eisini tónleikari og spælir kontrafagott. Hann hevur t. d. spælt í Føroya symfoniorkestri og fer at spæla á framsýningini saman við dóttrini, Kirsten Juul Seidenfaden, sum er tónasmiður og pianistur.
Helga hevur arbeitt við list alt sítt lív. Framsýningin á Ribarhúsi sýnir ein part av hennara verkum. Hon arbeiðir eisini við standmyndum í steini og bronsu, sum síggjast kunnu á heimasíðu hennara: www.helgathagaard.dk.
Fuglurin er ein partur av hennara myndaevni sum eitt symbol, ið sigur frá um tær stóru hendingarnar í lívinum t. d. í sorg og gleði. Eitt annað evni, ið gongur aftur, eru maskurnar, sum fólk goyma seg aftanfyri.
23 grafisk verk verða við á framsýningini.