Gramdrift á Eiði

Betrað verður um umstøðurnar fram við havnarlagnum á Eiði. Serliga er tað smábátarnar hugsað verður um, sigur borgarstjórin. Eisini aðrastaðni í bygdini er framdrift

Kommunutíðindi

Eiði:Streym- og vatnleiðingar verða settar upp fram við bryggjukantinum á Eiði. Virkisbygningur er á veg á havnarlagnum. Fleiri bátar rógva út. Fólk byggja hús, og ítróttarhøllin er við at koma undir land.
?Tað er framdrift í bygdini, fegnast borgarastjórin í Eiðis Kommunu, Tordur Niclasen, um.
Tað hevur leingi verið ynski um at bøta um umstøðurnar hjá teimum, sum hava bátar liggjandi í havnini á Eiði. Eitt nú at lata teimum el og vatn. Og nú verður tað so gjørt, sigur borgarstjórin.
Fram við bryggjukantinum verða settar tíggjar talvur við el-stikkum og vatnkranum. El-stikkini verða fimm í tali í hvørjari talvu. Eitt til 380 volt og fýr til 220 volt.
?Tað er serliga, meðan várróðurin er norðanfyri, at nógvir bátar liggja við bryggju á Eiði, og fólk meira og minni býr umborð. Tá er tað ikki meira enn natúrligt, at vit lata teimum slíka tænastu, sigur Tordur Niclasen.
Men eisini útróðurin á Eiði er mentur seinnu tíðina. Fyri ikki so øgiliga langt síðan var at kalla bara ein bátur, sum róði meira ella minni fast út av Eiði. Nú eru fleiri komnir afturat, umframt at bátar aðrastaðni eisini leggja regluliga upp á Eiði, vísir borgarstjórin á.
Sunnanvert flótibrýrnar er planerað øki at seta eitt virki á. Tað er felagið Salmon Proteins, sum fer at byggja virki til reinsing av slógvi frá alifiski. Grundøkið er um at vera klárt. Grivið verður í løtuni fyri kloakk og øðrum leiðingum, sum bindast skulu í verandi skipan longri inni á havnarlagnum, sigur Tordur Niclasen.
Móttøkuhøllin, sum bygd varð fyri nøkrum árum síðan, stendur tó enn tóm, hóast onkrar samráðingar hava verið við áhugað felag um at leiga hana frá kommununi.
?Og tað má tað so verða til, sigur borgarstjórin, tí kommunan fer ikki at reka nakað virksemi í høllini, staðfestir hann.
Longri uppi í bygdini er eisini lív. Uppi í Kolli eru fýra grundstykki klár, har grivið verður út á onkrum teirra.
Og út eftir Gerðisgarðinum, vestan fyri skúlan og ítróttarhøllina, er ætlan um nýggja útstykking við 14 grundstykkjum. Ognarviðurskiftini eru ikki heilt komin upp á pláss enn, og samráðingar eru í løtuni um keyp av lendinum, sigur Tordur Niclasen. Men áhugin er stórur, og fyrispurningar eru um øll stykkini. Tvey kommunal vegaarbeiði eru eisni í gongd á Eiði.
Avgerð er tikin um vetrarfriðing, sigur Tordur Niclasen, men tað praktiska í tí sambandinum er enn ikki komið upp á pláss. So sum hvar hegnast skal.
Eisini ítróttarhøllini gongur tað væl við, sigur borgarstjórin. Arbeitt verður fram í móti, at hon skal standa liðug til várs, og tað heldur borgarstjórin, at han kann lova. Tó vil hann ikki seta nakran dag á, tí várið er langt, sum hann sigur. Onkur hevur tó verið so bjartskygdur at siga, at hon verður liðug seinast í februar, tá Eiðis Bóltfelag, EB, fyllir 90 ár.
?Sjálvandi hevði tað verið heilt stuttligt og eitt upplagt høvi at tikið høllina í brúk, heldur tordur Niclasen, borgarstjóri á Eiði, men tað tori eg als ikki at lova.