Gramdu seg um órudd

Á borgarafundinum í Nólsoy seinasta mikukvøld kom fram, at tað var bæði nógv órudd runt um á oynni, samstundis sum vitjandi ikki sleppa av við ruskið

Eitt av mongu málunum, sum vórðu umrødd á borgarafundinum, sum Tórshavnar kommuna skipaði fyri í Nólsoy seinasta mikukvøld, var órudd og trupulleikin hjá vitjandi at sleppa av við rusk.

Ført varð fram, at tað í alt ov stóran mun flýtur við óruddi, ikki bert í sjálvari bygdini, men eisini í bønum innangarðs.

Trupult er tó at gera nakað við hetta, tí talan er um privata ogn, og slíkt órudd skal verða til beinleiðis ampa ella vanda fyri fólk, skal tað bera til at krevja, at privat fólk beina slíkt burtur av síni egnu ogn.

Eitt annað, sum eisini varð ført fram, var, at tað er sera trupult hjá vitjandi gestum at sleppa av við sítt rusk. Eingin almenn ruskbingja finst. Bert ein á molanum, har týðiliga er tilskipað, at tann bingjan er ætlað vitjandi bátum at lata sítt rusk í.

Ruskplássið í oynni er sjálvandi alment, men er bert opið mikukvøld og leygardagar í nakrar tímar, og vitja avbygdafólk uttan fyri hesar upplatingartíðir, ber ikki til at sleppa av við ruskið.

At hetta er ein trupulleiki sást bert tveir dagar eftir hendan borgarafundin, tá einir fýra til fimm ruskposar vóru settir framvið brimgarðinum á molanum. Hetta var ein skúlaflokkur, sum hevði verið á vitjan í bygdini og hevði búð einar tveir dagar í bygdarhúsinum í Nólsoy. Tey sóu sær ongan annan møguleika enn at seta ruskið frá sær har.

Hetta tykist kortini vera ein trupulleiki, sum rímiliga lættliga kann loysast, og tað lovaði borgarstjórin eisini at hyggja nærri at.