Grannar og av somu rót

Hetta er spírin til nýggju harmonikufløguna, sum Pauli jacobsen hevur tikið stig til, saman við Tutl og Nora.

Fløgan er vorðin veruleiki eftir gott samstarv millum upptøkufólk, tónleikarar, Tutl og Nora.

Leygardagin var lítil samkoma í Norðurlandahúsinum í samband við, at út er komin fløga við harmonikutónleiki. Fløgan nevnist Grannar og eru hetta upptøkur úr Føroyum, Íslandi, Noregi, Orknoyggjunum, Hetlandi og Skotlandi.

Tað er Pauli Jacobsen, ið hevur tikið stig til fløguna, har hesi grannalond luttaka. Fløgan er vorðin veruleiki í samstarvi við Nora og Tutl stendur fyri útgávuni.

Ú Føroyum luttekur Berg og Jacobsens Dansiorkestur. Harumframt spæla føroyskir tónleikarar undir hjá íslendska harmonikuleikaranum Ørvar Kristjánsson, ið eisini hevur búð í Føroyum. Tónleikararnir eru Arnbjørn Sivertsen, Kolbein Simonsen, Ronnie Nielsen og Thomas Michael Smith.


Húsin er bóklingur

Í tí snøgga fløguhúsanum, ið er lítil bóklingur, fæst nógv at vita um bólkarnar og eisini eru myndir.

Jógvan í Lon Jacobsen frá Føroyamálsdeildini skrivar inngang í fløguhúsanum. Hann hugleiðir um hesi grannalond, sum eru umboðað á fløguni. Hann kemur inn á norrøna málið, sum tíðliga í tíðini er farið í tvey. Ein fær eitt stutt og greitt søguligt yvirlit hesum viðvíkjandi.

Jógvan ó Lon sigur, at fólkið í hesum grannalondum hevur nakað felags. Fólkið er av somu rót og hevur havt og hevur lutvíst enn somu mentan, og tað sæst m.a. aftur í tónleikinum. Tí heldur hann heitið Granar er hóskandi.

Umframt, at lesast kann um bólkarnar í húsanum, so sæst eisini, hvussu ein kann koma í samband við teir.

Sum framleiðslustjórar standa Pauli Jacobsen, stigtakara, Rakul Petersen, NORA, og Kristian blak frá Tutl.

Fløgan er komin út og er at fáa í plátubúðum kring landið.