Allar yvirlýsingar og samtyktir, sum kom úr londunum í Miðeystri í hesum døgum, hava ein felagsnevnara: Amerikanararnir eiga at fara úr Irak sum skjótast og heldur í dag enn í morgin.
Tað var eisini niðurstøðan Langa fríggjadag, tá uttanríkisráðharrarnir í grannalondunum hjá Irak hittust til fundar í Riyadh í Saudiarabia saman við starvsbrøðrunum úr Egyptalandi og Bahrein. Boðskapurin her var tann sami sum týsdagin í síðstu viku, tá samstarvsfelagsskapurin hjá teimum seks flógvalondunum, GCC, helt fund í sama býi.
Á fundinum Langa fríggjadag nýtti saudiarabiski uttanríkisráðharrin, Saud al-Faisal, orðið "vit" og tosaði sostatt vegna øll londini, tá hann segði, at amerikanska og bretska hersetingarvaldið í Irak eigur at tryggja viðurskiftini í landinum og at fáa eina irakska stjórn skipaða, soleiðis at amerikansku og bretsku hermenninir kunnu verða tiknir aftur so skjótt, tað letur seg gera.
Hetta merkir kortini ikki, at Saudiarabia, Turkaland, Iran, Jordan, Sýrialand og Kuwait eru á einum máli um allar smálutirnar í spurninginum um, hvussu Irak-málið skal loysast, ella hvønn lut USA skal hava í hesum máli. Egyptaland hevur eisini sína egnu støðu, og Bahrein kom bert á fundin, tí landið hevur í løtuni formansskapin í Arabisku Samgonguni. Men samstundis er eingin ivi um, at tann hernaðarliga amerikanska og bretska hjáveran í Irak elvir til ótta millum stjórnirnar í hinum londunum. Tann skjóti sigurin í Irak og amerikansku hóttanirnar ímóti Sýrialandi gera ikki stjórnirnar tryggari.
Í setanarrøðuni vísti saudiarabiski uttanríkisráðharrin øllum skuldsetingum og hóttanum ímóti Sýrialandi aftur, og hann segði, at hesar kunnu gerast byrjanin til eina ónda ringrás, sum hann tók til. Hann bað USA og ST síggja til, at friðartilgongdin í Palestina verður tikin uppaftur, og at ágangurin hjá ísraelska herinum verður steðgaður.
- Vit hava liðið nóg mikið seinastu nógvu árini, segði Saud al-Faisal.
Fólkið á gøtuni
Saudiarabia verður vanliga roknað sum ein tann trúgvasti sameindi hjá USA í øllum Miðeystri, og tíðindafólk, sum vóru á fundinum Langa fríggjadag, undraðust eisini á orðalagið hjá saudiarabiska uttanríkisráðharranum. Eygleiðarar siga, at orðini hjá al-Faisal eru enn eitt prógv um, at nógvir arabarar kenna seg ótryggar, tí teir vita ikki við vissu, hvørji mál USA veruliga hevur sett sær í økinum. Fundurin var samstundis eitt tekin um, at tær arabisku stjórnirnar kenna seg undir trýsti, men hann var eisini eitt tekin um, at londini eru ikki heilt samd, tá tað snýr seg um framtíðar Irak og sambandið við tað.
Óvissan um amerikansku ætlanina sást aftur í, at londini vilja hava ST at standa fyri arbeiðinum at endurreisa Irak. Men orðalagið í teirri endaligu fráboðanini var kortini ikki so hvassorðað sum setanarrøðan, tí fráboðanin var týðiliga ein neyðloysn. Tað er eisnki at ivast í, at í hvussu er Iran hevur havt tann hvassa pennin frammi, meðan lond sum Turkaland og Saudiarabia ivaleyst hava valt tað hóvliga orðalagið.
Men í Sýrialandi og ikki minst í Egyptalandi og Jordan noyðast stjórnirnar at hugsa um ta stóru mótstøðuna, sum er í teimum londunum ímóti amerikansku og bretsku hjáveruni í Irak. Rætt er tað, at mótmælini hava ikki verið so mong og so umfatandi, sum roknað varð við, men stjórnirnar vita kortini, at mótstøðan í fólki teirra er stór. At ikki ein einasta mótmælisgonga var í Saudiarabia ímóti amerikanska og bretska átakinum í Irak sigur valla sannleikan, tí myndugleikarnir høvdu longu frammanundan sett bann fyri slíkum mótmælisgongum.
- Men fólkið í teimum arabisku gøtunum hevur sjálvandi ávirkan. Annars høvdu stjórnirnar ikki vent sær so harðliga ímóti USA, segði ein limur í serliga trygdarráðnum í Saudiarabia og legði afturat:
- USA hevur mist sínar seinastu vinir í hesum landi.
Eingin tók av
Misnøgdin við amerikanararnar og óvissan um teirra veruliga ætlan við álopinum á Irak kom eisini týðiliga til sjóndar nýliga.
104 saudiarabiskir menn, sum høvdu skrivað undir eina áheitan á myndugleikarnar um størri demokrati, vórðu bodnir á eina samkomu á amerikansku sendistovuni í Riyadh. Men ikki ein einasti tók av innbjóðingini. Kona sendiharran hevði samstundis boðið konunum hjá teimum 104 á sendistovuna, men bert tríggjar teirra komu. Tað hoyrir við til frásøgnina, at sambært einum vesturlendskum diplomati í býnum fóru tær tríggjar kvinnurnar skjótt avstaðaftur, tí tær hildu ikki temunnin hjá sendiharrafrúuni vera í lagi. Hetta er annars sera óvanligt í Saudiarabia.
Saudiarabia hevur biðið USA taka sínar hermenn av Prins Sultan-herstøðini, og í síðstu viku varð váttað, at teir flestu amerikansku hermenninir verða fluttir haðani. Bæði Saudiarabia og Jordan hjálptu amerikanarunum í krígnum í Irak. Nú er arbeiðið liðugt, og nú vilja londini hava amerikanararnar burtur. Tær hava nóg mikið at takast við innanhýsis.