Hondbóltur
Grannauppgerð var í Vestmanna leygardagin, tá kollfirðingar vóru á vitjan. Kanska er spenningurin ikki eins stórur um hesa grannauppgerðina, nú kollfiriðingar ikki longu hava heimavøll í Vestmanna, men hóast tað, so man tað í nógvar mátar framvegis teljast sum ein serligur dystur hjá leikarunum á liðunum báðum.
Ofta hevur hetta eisini givið úrslit í nøkrum spennandi dystum, har leikararnir hava strítt til tað allar seinasta, áðrenn nøkur avgerð er fallin, men leygardagurin var tó ikki ein av hesum døgum.
Rættiliga tíðliga í dystinum løgdu vestmenningarnir seg nøkur mál framum, og eftir tað, so sluppu kollfirðingarnir ongan tíði aftur í dystin.
Eitt skifti sá eisini út til, at talan skuldi gerast um veruligt sorl, men sum tað so ofta hendir, so settu vestmenningarnir ferðina nakað niður í seinna hálvleiki. Hetta gav so kollfiriðingum møguleika at pynta eitt sindur um úrslitið, men nærri enn tí sama komu teir so ongantíð.
Gott við steðginum
Soleiðis hevur VÍF nú vunnið seg ájavnt Neistanum á stigatalvuni, og byrja teir sostatt endaspælið beint undir StÍF. Einki er at ivast í, at tað fyri vestmenningarnar man kennast gott, at vetrarsteðgurin verður somikið drúgvur hesaferð, nú landsliðið eisini skal í eldin.
Her hevur VÍF fleiri leikarar, og sálarliga er einki at ivast í, at tað fyri teir kann verða sunt, at tankarnir eina tíð skulu sveima um onnur ting enn bara VÍF. At tað so helst verður nakað tyngri ítróttarliga, tá t.d. Noreg stendur hinumegin miðstrikuna, er so ein annar lutur, men í øllum førum verður talan um stóra uppliving.
Dysturi í tølum
VÍF-KÍF 30-24 (16-10)
Málskjúttar
VÍF: Agnar Joensen 8(1), Daniel Rápa 6, John Zachariasen 4, Ingi Olsen 3, Harald Bjørgvin 2, Petur Frank Joensen 2, Áki G. Olsen 2, Piti Negru 2, Sámal Joensen 1
KÍF: Petur Martin Poulsen 7, Gert Hansen 4(1), Vagnur Johannesen 3(1), Regin Petersen 3, Mirko Milenkovic 2, Teitur Joensen 2, Finn Heri Johannesen 2, Jónálvur Johannesen 1
Brotskøst: VÍF 1, KÍF 4
Útvísingar: VÍF 1, KÍF 1
Dómarar úr H71: Høgni M. Joensen & Rúni Djurhuus