Granskingin má mennast

Pete Bethune heldur, at um føroyginar veruliga ynskja eina burðardygga veiðu, so mugu røtt tøl á borðið.

 

Pete Bethune er allarhelst best kendur her um leiðir sum fyrrverandi Sea Shepherdumboðið, sum stoytti saman við ein japanskan hvalaveiðubát, men seinni vendi Paul Watson og Sea Shepherd bakið. Í dag er hann leiðari av sínum egna umhvørvisverndarfelagskapi, EarthRace Conservation.

 

Pete Bethune sigur, at tíðin er komin at fáa nýggj hagtøl á borðið, tí tey, sum føroyginar nýta, eru skjótt 30 ára gomul.

- Tølini, tit nýta, eru frá 1980-unum og 1990-unum. Vit vita sostatt ikki við vissu, um tað í dag eru um 800.000 hvalir í Norðuratlantshavi. Og um tað so eru 800.000 hvalir, so eru tað ikki allir 800.000, sum eru í føroyskum øki. Okkum tørvar betri hagtøl og betri vitan um, hvussu hvalurin ferðast.

 

Pete Bethune minnir á, at hann er ímóti grindadrápinum, men at um føroyginar veruliga ynskja eina burðardygga veiðu, so mugu røtt tøl á borðið.

 

Pete Bethune dregur eina samanbering við makrelfiskiskapin.

- Tá útvegaðu føroyingar sær væl grundaði tøl um samlaðu nøgdina av makreli, um hvussu nógvur makrelur er í føroyskum øki og hvussu leingi hann er í føroyskum øki. Síðani ásettu tit tykkum tað, sum tit hildu vera eina rímiliga kvotu. Hetta er tó ikki gjørt við grindahvalinum. Tit vita ikki hvussu nógvir teir eru, hvussu nógvir eru í føroyskum øki ella hvussu leingi teir eru í føroyskum øki. Tí er torført at tosa um nakra burðardygga veiðu, sigur Pete Bethune.

 

- Granskingin vísir, at grindahvalurin ferðast ikki so víða. Tað letur til, at ymiskir stovnar av grindahvali halda til á ymiskum støðum. Tað er ein stovnur við Grønland, ein annar við Ný Fundland og ein triðji her í Føroyum og so framvegis. Tað letur eisini til, at tað er sera lítil ferðing millum stovnarnar. Men vit vita ikki, hvussu stórur føroyski stovnurin er. Tit drepa flestu hvalirnar, tit síggja. Brádliga kunnu tit koma í skaða fyri at drepa seinasta grindahvalin í føroyskum sjógvi, sigur Pete Bethune og vísir á, at í økjum í Stillahavinum er grindahvalurin longu útdeyður.