Soleiðis segði Chelsea-venjarin, Avraham Grant við ensku miðlarnar, nú hann leggur seinastu hondina á fyrireikingarnar til finaluna í Champions League, sum verður ímóti Manchester United.
Grant var tó ikki serliga fúsur at tosa um sjálvan dystin, men hann viðgekk, at talan verður um harða mótstøðu.
- Manchester United hevur eitt serstakliga sterkt lið. Tað er trupult at skora ímóti teimum. Teir hava vandamiklar álopsspælarar og ein sterkan miðvøll. Og eg havi allarstørstu virðing fyri Alex Ferguson. Tað eru ikki nógvir venjarar, sum hava verið í finaluni um Champions League, men eg ætli mær tó at vinna hendan dystin, sigur Grant.
Í Chelsea verður roknað við, at Ashely Cole er tøkur, eftir at hann meiddi sær fótin undir venjing í gjár. Verður hann ikki til reiðar at spæla, verður Wayne Bridge helst á vinstra bakki.