Gravgangur eftir formanssessinum

Tá trý formansvalevni fingu tvær atkvøður í part, varð neyðugt við lutakasti til formanssessin í IRF.

Seinasta fríggjadagin hevði IRF aðalfund, har nevndarval var á skránni. Í nýggju nevndina vórðu vald Tummas Lervig, Klaksvík, Jóhannus Danielsen, Toftir, Petra Iversen, Kvívík, Jonhard Joensen, Sandavágur, Bjarki Henriksen, Sandur og Kristina Sørensen, Tvøroyri.

 

Tá nýggja nevndin í IRF eftir aðalfundin skuldi skipa seg, vísti tað seg, at tríggir nevndarlimir ynsktu at verða í oddinum í felagsskapinum. Tey trý, sum bjóðaðu seg fram til formanssessin, Kristina Sørensen, Petra Iversen og Jóhannus Danielsen, fingu øll tvær atkvøður í part, og tískil varð neyðugt við lutakasti um formanssessin.

 

Lutakastið fall á Kristinu Sørensen, sum er vald í Tvøroyrar býráð á listanum hjá Kristini Michelsen. Hetta er fyrstu ferð, at Suðuroyggin hevur formanssessin og fyrstu ferð, at eina kvinna er forkvinna í nevndini í IRF. Næstformaður í IRF gjørdist Jonhard Joensen.

 

Nevndin í IRF verður vald eftir kommunuvalini, og reglugerðin sigur, at seks fólk verða vald í nevndina at umboða hvør sítt øki.