Sólverja
Eilen Anthoniussen
Stórur partur av føroyingum gongur við brendari nøs og sólbrendum ørmum hesar dagarnar, sólin hevur sæð um alt landið. Ikki øll hava hugsað um at skaffa sær sólkrem áðrenn tey fóru út í sólina, og tað hevur merkt munandi meir arbeiði á føroysku apotekunum. Serliga apotekini í Klaksvík og Runavík kunnu siga frá longum køum av fólki.
- Vit hava havt so nógv at gjørt, at vit nærum ikki hava kunnað nøkta tørvin. Bæði í Klaksvík og Runavík hava vit havt sera stóran eftirspurning. Tað er tað vanliga, ið er útselt, faktor 20 og mýggjabitakrem 2, ið styggir mýggjabitarnar burtur, greiðir farmakonomurin á apotekunum frá, Nanna Knudsen.
Hon heldur, at fólk eru væl vitandi um at tey skulu verja seg móti sólini.
- Tað eru nøkur, ið verða brend, men fólk vita væl av, at tey skulu verja seg móti sólini. Tað er rættiliga vanligt við stóra eftirspurninginum eftir teir fyrstu sóldagarnar á árinum, sigur hon.
Apotekini royna at hava so passaliga goymslu, og hava bílagt manglandi dunkarnar inn aftur. Teir vera aftur at finna á hillunum í komandi viku. Til tá hava Eysturoyar og Norðoya Apotek eina goymslu av sólkremi við høgum faktori. Tað er betur enn einki.