20 ára gamla stjørnuskotið hjá Manchester United, Mason Greenwood, er handtikin í einum máli um neyðtøku og harðskap, eftir at myndir, sjónbandabrot og ljóðbrot frá unnustuni endaðu á sosialu miðlunum sunnumorgunin.
Løgreglan í Manchester hevur í dag leyslatið Mason Greenwood móti veðhaldi, meðan málið verið kannað. Í gjár kom fram, at løgreglan eisini kannar hann fyri aðrar hendingar, so sum drápshóttan móti unnustuni.
Mason Greenwood hevur verið handtikin í 72 tímar, og hevur verið avhoyrdur í fleiri tímar samanlagt, skrivar enskir miðlar.
Hvat er hent?
Tað er enn ógreitt júst hvat er hent, men talan er um unnustuna hjá Mason Greenwood, Harriet Robson, sum á myndunum sæst bløða úr vørruni og vísa blá merkir á fleiri støðum á kroppinum. Eisini er eitt stutt sjónbandabrot, har hon bløðir úr vørruni, og eitt ljóðbrot, har eftir øllum at døma Mason Greenwood er aggresivur og ikki vil góðtaka eitt nei frá Harriet Robson.
Til uppslagið, sum hon skal hava sagt er lagt út, tí onkur hevur hakkað seg inn á telefonina, stendur: “Til øll, sum vilja vita hvat Mason Greenwood ger við meg”
Manchester United gjørdi skjótt av, og bannaði Mason Greenwood frá venjing og dysti fyribils, meðan spælarar sum Cristiano Ronaldo, David De Gea og Paul Pogba hava valt Mason Greenwood frá á sosialu miðlunum.
Reuters skrivar eisini, at Nike hevur steðgað øllum samstarvið við Mason Greenwood fyribils. Nike sigur í tíðindaskrivi, at fyritøkan er sera stúrin um støðuna. Miðlar í Onglandi skriva, at Manchester United hevur tikið allar vørur sum hava við Mason Greenwood av hillunum.
Kjak um fótbóltsspælarar og atburð
Mason Greenwood verður mettur sum ein komandi stjørnuspælari hjá bæði Manchester United og Onglandi, men hendingin hevur sett ferð á kjakið um ungar spælarar við nógvum pengum, og kjakið um atburð móti konufólki.
Fyrr í ár bleiv Benjamin Mendy hjá Manchester City ákærdur fyri at hava gjørt seg inn á fimm kvinnur í tíðarskeiðnum millum oktober 2020 og august 2021. Hann er í løtuni leyslatin, men sleppur ikki at ferðast og skal búgva heima. Hann er fyribils bannaður frá Manchester City. Hartil kunnu nevnast sakir sum Cristiano Ronaldo frá 2009 í Las Vegas, Ryan Giggs, Adam Johnson og nú eisini íslendski Gylfi Sigurdsson, sum er bannaður frá Everton.