Greið favorittstøða til B36 móti 07 Vestur

Her eru oddsini upp á dystin millum B36 og 07 Vestur

Seinnapartin klokkan 15 byrjar dysturin í Betrideildini hjá monnum á ovara vølli í Gundadali í Havn millum B36 og 07 Vestur.

 

B36 er nummar fimm í deildini við 15 stigum. 07 Vestur er nummar seks í deildini við 14 stigum.

 

Hóast bert eitt stig skilir liðini, og hóast 07 Vestur megnaði javnleik 2-2 móti B36 í Gundadali fyrr í ár, so er B36 merkiliga stórur favorittur hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.

 

Miðaloddsini upp á heimasigur til B36 eru so lág sum 1,34.

 

Miðaloddsini upp á javnleik eru 4,77.

 

Miðaloddsini upp á útisigur til 07 Vestur eru so høg sum 7,03. 

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

 

##med3##