Greiður neistasigur

Kvinnurnar hjá Neistanum vunnu týskvøldið ein tryggan sigur á Kyndli, tá ið liðini hittust í einum framskundaðum dysti í Sunset-kappingini.

Bæði venjarin hjá Kyndli og venjarin hjá Neistanum hava alment sagt, at teir fegnir vilja framskunda so nógvar dystir sum gjørligt fyri at gera enda á kappingarárinum sum skjótast, og dysturin týskvøldið skuldi eftir ætlan verið leiktur á seinasta leikdegnum, sum er 30. apríl.

Eingin ivi
Tað var ongantíð nakar ivi um, hvagar stigini fóru, tá ið Kyndil og Neistin dystaðust, tí munurin á liðunum báðum er stórur. Neistin er væl sterkari enn grannarnir og hevur ein nógv breiðari hóp enn tær grønu.
Hetta sást eisini aftur úti á vøllinum, har Neistin tók leiðsluna beinan vegin, og í veruleikanum var dysturin longu avgjørdur, tá ið einans eitt korter var leikt, tí tá var Neistin á odda við sjey málum.
Nú kappingin er avgjørd, og hvørki av liðunum báðum hava nakað serligt at spæla fyri, valdu báðir venjararnir eisini at geva øllum spælarunum fitt av spælitíð, og hjá Neistanum merkti hetta, at so at siga allir útileikararnir komu á máltalvuna.

Kyndil-Neistin 14-29(6-12)
Kyndil: Randi Wardum 5, Linda Weihe 3, Kari-Ann Petersen 2, Ronja M. Mikkelsen 2(2), Hildur Høghamar 1, Halla Midjord 1
Neistin: Ása á Neystabø 8, Simona Petersen 5, Annika Thomsen 3, Lív Sørensen 3, Unn Kragesteen 3, Mia Káradóttir 2, Marjun Tróndarson 2(1), Kára á Dunga 1, Maria Dahl 1, Lív Reynheim 1
Brotskøst: Kyndil 3(2), Neistin 2(1)
Útvísingar: Kyndil 2
Dómarar: Eyðun Samuelsen og Andreas F. Hansen
Áskoðarar: 12