Eg loysti tað úr grótinum og tók tað heim og plantaði tað í mín urtagarð.
Tað vaks væl og eg klipti blomstur av og setti í ein vasa.
Hetta var tann skøran, sum nú hevur spjatt seg allar vegir her í Suðurstreymi og sum er í ferð við at kvala alt annað.
Tað vardi ikki leingi, so var vísindamaðurin Jens -Kjeld Jensen í Nólsoy úti alment og ávaraði um hesa plantu. Hon var innvasiv, segði hann. Hon hevði ongar fíggindar í Føroyum, seyður át hana ikki, ei heldur ross, so hon kundi spjaða seg ótarnað.
Skjót var eg úti í urtagarðinum og gróv mína skøru upp og koyrdi hana í skrell.
Í dag er skøran vorðin ein stórur trupulleiki, og hóast Tórshavnar kommuna slær eitt slag fyri at fáa fólk at grava hana upp, hendir einki. Tá fólk síggja, hvussu galið tað er, missa tey mótið. Hetta er ov møtimikið. Gakk ein túr niðan á ovara Ternurygg, ella niðan gjøgnum Kolinihavan. Tú fært ein hvøkk av at síggja tann nógva vøksturin av skøru.
Gakk ein túr langs við Sandá niðan fyri kirkjugarðin. Skøran spjaðir seg ógvusliga, nú eisini inni í sjálvum kirkjugarðinum.
Fólk mølma um, at hon kann etast. Um at hon er so vøkur. Um at mann ikki má brúka eitur ella vanligt grovt salt. Hetta er ikki annað enn undanførsla fyri einki at gera.
Hygg t.d. uppi við rennibreytina. Her er eingin skøra rundan um vøllin. Eg havi verið úti í fleiri ár og koyrt salt á tær fáu plantur, sum hava stungið seg upp her. Viðhvørt gamalt grindasalt, tað riggar væl. Her er annars nógvur vøkstur, blomstur, runnar, trø og grøs, so eg dugi ikki at síggja, at salt skal vera so skaðiligt. Men úr býráðnum siga tey kønu, at salt er skaðiligt. Eg má spyrja, hvønn er tað skaðiligt fyri? Tað er ein bílig loysn og tað er lætt at fáast við, og tá tú einaferð hevur stroytt tað á eina skøru, eru hon deyð. Næsta ár kemur kanska ein lítil avleggjari av einum fræi eitt petti burturi. Sami framgangsmáti. Til endans kemur eingin skøra aftur.
Spurningur: Hvussu ber tað til, at framvið teimum nógvu góðu gongugøtunum, sum vit hava fingið nógvastaðni í Havnini, og sum fólk eru so glað fyri, hvussu ber tað til, at serliga her er skøran allastaðni?
Vit verða noydd at vakna upp úr svøvni og gera nakað munagott fyri at loysa henda trupulleikan. Sama við trupulleikanum vesturi í Vágum, har hagin frá Vatnsoyrum høgrumegin vegin og niðan móti krígssavninum sigst vera álopin av eini aðrari innvasivari plantu, sum nú tekur valdið á haganum og oyðileggur hann, um einki verður gjørt.
Oddvør Johansen