Løgreglan fekk í nátt fráboðan um, at onkur hevur kastað steinar í fleiri rútar í skúlanum í Leirvík, har fleiri rútar eru brotnaðir. Eisini er herverk framt á eitt bussskýli nærindis.
Løgreglan sendi eina patrulju á staðið, sum hevur tosað við fólk á staðnum. Løgreglan heldur seg vita, hvør hevur framt herverkið og fer at arbeiða víðari við tí. Talan er um ungfólk um 14-15 ára aldur, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.
Arbeitt verður víðari við hesum máli, sum løgreglan sigur seg taka í rættiliga stórum álvara.
Um sjey tíðina í gjárkvøldið steðgaði løgreglan einum bili í Klaksvík, har tey hildu, at bilførarin var ávirkaður av rúsdrekka. Og tá hann blásti í alkholmetrið vísti tað langt út yvir tað loyvda. Hann varð tí handtikin, blóðroynd tikin og skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.