Trý føroyingalið vóru í leiki í bestu donsku hondbóltsdeildini í kvøld, og einki stig fekst til høldar hjá teimum trimum liðunum.
Landsliðsmálverjin, Rakul S. Wardum (myndin) og liðfelagarnir í Ringkøbing taptu á heimavølli 27-36 fyri Skanderborg. Útiliðið var á odda 17-14 í steðginum.
Rakul stóð seg eitt vet frægari enn kappingarneytin, Ida Vium í kvøld. Rakul bjargaði 26 prosent av málroyndunum, meðan Ida Vium bjargaði 25 prosent.
Sunnudagin klokkan 13 skal Ringkøbing spæla móti toppliðnum, Odense á útivølli.
Jana Mittún og liðfelagarnir í Viborg taptu 24-34 á útivølli fyri Team Esbjerg, ið higartil hevur vunnið 23 av 23 dystum í deildini. Í steðginum var Team Esbjerg á odda 15-9.
Jana skoraði eitt mál og legði upp til eitt mál.
Súna K. Hansen og liðfelagarnir í Ajax taptu á heimavølli stórt 15-37 fyri Odense. Odense var á odda 19-7 í steðginum.
Ajax hevur tapt 23 av 23 dystum, og tær flyta niður í næstbestu deildina.
Súna skoraði tvey mál og legði upp til tvey mál.
Komandi leygardag klokkan 15 verður føroyingauppgerð. Tá tekur Viborg ímóti Ajax á heimavølli.
Støðan:
Nummar | Lið | Dystir | Stig |
---|---|---|---|
1 | Team Esbjerg | 23 | 46 |
2 | Ikast Herning | 23 | 42 |
3 | Odense | 23 | 38 |
4 | NFH | 23 | 30 |
5 | Silkeborg-Voel | 23 | 24 |
6 | Keypmannahavn | 23 | 24 |
7 | Viborg HK | 23 | 22 |
8 | SønderjyskE | 23 | 21 |
9 | Skanderborg | 23 | 19 |
10 | Ringkøbing | 23 | 17 |
11 | Aarhus United | 23 | 16 |
12 | Horsens | 23 | 15 |
13 | Bjerringbro | 23 | 8 |
14 | Ajax | 23 | 0 |