Tveir dystir verða í elektron-deildini í dag.
Nú klokkan 14.30 verður fyrsta bríkslið á Skála, har VB er á vitjan. VB hevur sveiggjað nakað í avrikunum, men móti StÍF er eingin ivi um, at tær eru favorittar.
Tað er oddaliðið úr VÍF eisini, tá tær vitja í Klaksvík. VÍF hevði ávísar trupulleikar fyrstu dystirnar, men tær hava veruliga fingið glið á, og skal metast eftir seinastu umførunum, so eru tær eitt upplagt boð upp á ein FM-finalist.
Dysturin í Klaksvík byrjar klokkan 15.0.