Greiðir sigrar til liðini hjá Hákuni og Vilhelmi

Tað lá væl fyri hjá Füchse Berlin og Hannover-Burgdorf í dag

Liðini hjá Hákuni West av Teigum og Vilhelmi Poulsen, Füchse Berlin og Hannover-Burgdorf vóru millum sigursharrarnar í týsku bundesliguni í dag.

 

Füchse Berlin vann á heimavølli í Max Schmelling høllini í Berlin 35-28 á HSG Wetzlar. Í steðginum vóru berlinarnir á odda 19-13.

 

Hákun skoraði tvey mál upp á tríggjar málroyndir. Mathias Gidsel var aftur flúgvandi í dag. Í dag stóð Gidsel fyri 10 málum hjá Füchse Berlin.

 

Füchse Berlin er nummar fimm í deildini við 24 stigum. Füchse Berlin hevur fimm stig upp til oddaliðið, Magdeburg sum hevur 29 stig.

 

Hannover-Burgdorf vann á heimavølli 28-22 á Stuttgart. Í steðginum var Hannover á odda 13-12.

 

Vilhelm Poulsen skoraði tvey mál upp á fýra málroyndir.

 

Hannover er nummar níggju í deildini við 16 stigum. 

 

Komandi leygarkvøld klokkan 19 verður føroyingauppgerð í Wonderino høllini, tá Kiel tekur móti Hannover. Komandi sunnudag klokkan 17 spælir Füchse Berlin dyst á útivølli móti Minden.