Greiður sigur til Keypmannahavn í føroyingauppgerðini

Pernille Brandenborg og liðfelagarnir í Keypmannahavn liggja nú á einum hálvfinaluplássi

Føroyingauppgerð var í kvøld í bólki 2 í endaspælinum í bestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Jana Mittún og liðfelagarnir í Viborg tóku á heimavølli móti Pernille Brandenborg og hennara liðfeløgum í Keypmannahavn.

 

Keypmannahavn vann ein greiðan 38-31 sigur. Í steðginum var Keypmannahavn á odda 21-19.

 

Jana skoraði tvey mál upp á tríggjar málroyndir, og Pernille skoraði tvey mál upp á tvær málroyndir.

 

Í sama bólki vann Odense á heimavølli 28-27 á Ikast-Herning. Ikast-Herning var annars á odda 17-10 í steðginum.

 

Hetta merkir, at Keypmannahavn er nú á einum hálvfinaluplássi aftaná fýra av seks umførum eru leikt.

 

Odense er fremst í bólki 2 við sjey stigum, Keypmannahavn er nummar tvey við fýra stigum, og Ikast-Herning er nummar trý við fýra stigum. Keypmannahavn er betri innanhýsis. Viborg er aftast við ongum stigi.

 

Komandi týskvøld kann Keypmannahavn taka eitt stórt stig móti hálvfinalunum. Tá taka Pernille og liðfelagarnir ímóti Ikast-Herning á heimavølli.

 

Sama kvøld taka Jana og liðfelagarnir í Viborg móti Odense á heimavølli.