DM-gullið
Leygardagin hevur Todi Jónsson møguleikan at vinna sítt triðja meistaraheitið við FKC, tá hvítu leyvurnar vitja hjá FC Nordsjælland.
Kravið her er ein sigur, og hendir tað, so kann tað gera tað sama, hvussu tað tørnar út, tá Brøndby og longu niðurflutta AB hittast.
Todi Jónsson hevur seinastu tíðina aftur fingið nakað av spælitíð í FCK, eftir at hann annars hevur verið úti við skaða stóran part av árinum, og hann er aftur í 16 manna stóra hópinum, sum Hans Backe hevur tikið út til seinasta dystin.
Um føroyski áleyparin verður millum teir fyrstu ellivu á vøllinum, tykist tó meira ivasamt. Eftir leikbann seinast er Hjalte Nørregaard aftur tøkur, og hann fær heilt víst pláss á miðvøllinum. Tað mekir so helst, at Morten Bisgaard fer út aftur á kantin at spæla. Har var Jesper Bech vikarur móti AaB, og so er spurningurin, hvørt tað verða hann ella Todi, sum koma at vera álopsmakkari hjá Alvaro Santos. Ein tvídystur, har Jesper Bech í løtuni tykist hava bestu møguleikarnar.
Gamli venjarin provokerar
Hóast hesar gitingar, so tykist tað ikki vera nakað, sum nervar Toda Jónsson, tá vit skiftu orð við hann um frammanfyristandandi uppgávuni. Ein dystur, sum fyri fyrstu ferð síðani unglingatíðina í KÍ kann hava við sær, at Todi endar eitt kappingarár sum greipuvinnari.
- Vit fara so allir til dystin, og tað verður við trúnni uppá, at vit kunnu avgera alt sjálvir.
- Sjálvandi verður tað ein trupul uppgáva, og Christian Andersen (venjari hjá FCN, blðm.) hevur veruliga gejla stemningin upp í topp. Eg veit ikki, um hann framvegis er illur um, at hann varð sagdur úr starvinum sum FCK-venjari fyri nøkrum árum síðani, men tað er í øllum førum nakað, sum miðlarnir hava gjørt nógv burturúr, og hann hevur so ikki hildið seg aftur, sigur Todi.
Og hann heldur eisini, at teir í FCK hava nakað at hava gullvónirnar í.
- Eitt ella annað stað, so haldi eg, at vit hava fyrimun. Stigatalvan sigur í øllum førum, at vit hava betra liðið, og tað líkamikið, hvat teirra venjari sigur, so burdi tað verið ein munur á, nú vit stríðast fyri gullinum, meðan teir einki hava at spæla fyri.
- Hartil tykist tað ofta, sum hava vit fyrimun av at spæla á útivølli. Tá sleppa vit undan at skula alt ov langt fram á vøllin at trýsta, soleiðis sum talan ofta er um í Parkini, sigur Todi at enda.
Dysturin verður sendir beinleiðis á TV3, sum byrjar at senda kl. 13.00.