Grettir leypir í gásaflokk...

Áhugin at halda gæs tykist alsamt vaksandi, tó at ójavnt er, hvat kemur undan á hvørjum ári.

Áhugin at halda gæs tykist alsamt vaksandi, tó at ójavnt er, hvat kemur undan á hvørjum ári.

 

Ein maður í Nólsoy hevur havt tvey gásapør í mong ár, men tað er ongantíð til at siga, hvat kemur undan. Tað eina árið hevði hvørt gásaparið 11 ungar í part, ella 22 ungar til samans. Árið eftir var samlaða talið bert fimm.

 

Hendan stilla sunudagin var Ivan Holm farin ein túr norður á Leypagrót at geva gæsnum, sum í ár hava heilar níggju gásarungar.

 

Teir brutu fyri nev síðst í apríl, og í dag sæst næstan eingin munur á gásaparinum og ungunum. Teir eru um at vera floygdir.

 

Tað er ólíka, at tú gerst betur við gæsnar enn til dømis við seyðirnar. Eg veit ikki, hvat tað er, sum ger tað, sigur Ivan Holm.

 

Hesir gásarungarnir hava tað í hvussu er ólíka betri enn gásarungarnir undan teimum 35 pørunum hjá Ásmundi, sum hevði sent níggju ára gamla son sín, Grettir, at ansa.

 

Grettir leypir í gásaflokk

við sínum snøru beinum,

summar sleit hann høvdið av,

og summar slóð mót steinum.