Grikkar noyðast at bíða

Fíggjarmálaráðharrarnir í evrulondunum samdust í gjárkvøldið um at bíða við at taka støðu til, um Grikkaland skal fáa tann næsta partin av bjargingarpakkanum frá ES og Altjóða Gjaldoyragrunninum. Sambært eygleiðarum skulu ráðharrarnir fyrst nærlesa fíggjarlógina, sum grikska tjóðartingið samtykti um vikuskiftið.

Jean Claude Juncker úr Luksenburg, sum er formaður í felagsskapinum hjá evrulondunum, segði á tíðindafundi í gjárkvøldið, at ráðharrarnir hittast aftur týsdagin í næstu viku, og at vónandi kann avgerðin takast tá. Hann rósti teimum griksku politikarunum fyri at hava tikið sera týðandi avgerðir fyri at lúka treytirnar frá ES og Altjóða Gjaldoyragrunninum.

Grikski forsætisráðharrin, Antonis Samaras, segði fyri nøkrum døgum síðani, at fær landið ikki pengar nú, verður ríkiskassin tómur fríggjadagin, tí tá skal stjórnin rinda fimm milliardir evrur í avdráttum. Jean Claude Juncker segði í gjárkvøldið, at hetta verður ikki nakar trupulleiki, men meiri vildi hann ikki siga.