Grillað jazzlamb, røvara­søgur, big band við stjørnu­solist­um og gospel brak

Skráin til endurstovnaða Tórshavnar jazz, fólka- og blues festival er nú mestsum liðug, og fólk kunnu gleða seg til eitt fangandi, spennandi og undirhaldandi vikuskifti.

Festivalurin verður hildin í Havn 4. og 5. juli, og millum tey framførandi teljast  GØ, gówa, Play Boys við James Olsen á odda, Guðrun Sólja Jacobsen og gospelkórið Brak. 

Høvuðsnavnið á festivalinum verður 50 ára gamla Tórshavnar Big Band – flaggskipið innan jazz í Føroyum – sum fer at spæla konsertina ”Minnist tú enn”  saman við stjørnusolistunum Kristinu Bærendsen, Carlsen systrunum og øðrum. 

 

Tónleikalegendan Brandur Øssursson tók upprunaliga stig til Tórshavnar jazz, fólka – og blues festival í 1984, og hann helt fram í 20 ár. Festivalurin setti ein heilt serligan dám á býarlívið í Havn um summarið og var savningarstaður hjá tónleikalívinum, havnafólki og vitjandi. Tórshavnar Big Band var fast húsorkestur, og saxofonspælandi jazz-hvalurin, sum var búmerkið tá, var eyðkennið fyri ein altjóða jazzfestival í norðuratlandshavinum. 

Skráin til hendan fyrsta festivalin verður ein blandingur av jazzi, fólkatónleiki og blues. Stórur dentur er lagdur á listaligu góðskuna, og skráin umboðar tað besta, sum Føroyar hava at bjóða. 

”Tórshavnar jazz, fólka- blues festivalur verður endurstovnaður á ein haldgóðan hátt. Vit arbeiða fyri at betra um umstøðurnar hjá tónleikagreinunum og tryggja, at føroyska tónleikalívið er burðardygt. fjølbroytt, viðkomandi og í støðugari, skjótari menning”, siga stigtakararnir Sunnuva Bæk og Hans Petur í Brekkunum. Saman hava tey bæði fleiri áratíggu av royndum við tónleikafyriskipan. 

Byrjað verður í smáum, og fyrsta árið fara bert føroysk nøvn at framføra á festivalinum – tó við eitt sindur av útlendskum stjørnudusti. Um áhoyrarar taka væl ímóti festivalinum verður virksemið økt. 

Konsertir og jamsession verða í Reinsarínum, í Havnar kirkju, í Perluni, í Blábar og í Norðurlandahúsinum. Øll skráin sæst á facebook síðuni hjá Tórshavnar jazz, fólka og blues festivali. 

Tórshavnar jazz, fólka- og blues festivalur

 

##med2##