Mjørki var úti á Borðoyarvík seinnapart mánadagin. Tíðliga á kvøldi klárnaði knappliga, og tá sást grind liggja innanfyri aliringarnir í botninum. Róp kom í beinanvegin, og fartelefonirnar gingu heitar. Fyrstur at boða frá var Markus Jacobsen á Norðoyri, ið sostatt eigur finningarhvalin.
Við sjógv á bak
Grindin varð rikin suður um Borðoyarnes, og síðan norðurumaftur og inn á Pollin. Av sýðsluskrivstovuni við Sandin í Klaksvík frættist, at grindin gekk við úlvaferð. Um áttatíðina vóru færri enn tíggju bátar hjá grindini, ið longu fór við sjógv á bak úteftir. Ein tími er at sigla av Klaksvík og inn á Borðoyarvík, og fjøld av bátum stevndi alt fyri eitt út eftir Klaksvíkini. Longu tveir tímar seinni var grindin rikin inn um keiina.
Um miðnáttarleitið var drápið liðugt; eitt sindur striltið gekst at fáa hendur á onkrar hvalir, ið gingu eftir, men kortini gekk drápið sera væl.
Eitt ár í grindaloysi
Norðoyingar hava verið grammir eftir grind, og væl hevur gingið at fingi alt til høldar í líggja veðrinum. Seinast grind varð hildin til í Klaksvík var hin 26. august í fjør. Ta ferðina løgdu 49 hval beinini, og skinnini vóru 406 í tali. Hendan grindin munaði ikki nógv í kaggunum í Klaksvík, men tað bilti ikki, tí longu ólavsvøkudag var onnur grind deyð norðuri í Klaksvík. Hon var væl størri; 170 hval, sum máldir vórðu upp til 1.480 skinn.
Flestu grindir í august
Klaksvík er hvalvág við lít. Sambært hagtølum á Náttúrugripasavninum eru tað bert miðvingar, ið hava hildið fleiri grindum til enn klaksvíkingar síðan 1709, tá grindaskrásetingin byrjaði.
Onnur hagtøl frá sama stovni, benda somuleiðis á, at føroyingar eiga at hava grindareiðskapin tøkan og hvestan í hesum døgum. Nógv flestu grindirnar leggja beinini í august-mánaða. Teimum ið eisini geva havinum gætur um hetta mundið, fellur finningarhvalurin kanska í lut?