Grindin, sum Magnus Heinason fann vestanfyri Skúvoy í morgun, hevur nú lagt beinini á Sandi.
Tað gekst væl at reka og somuleiðis gekk drápið væl og fyri einum hálvum tíma síðani varð drápið av, sigur politistøðin.
Grindin verður mett at vera einar 100 hvalir, ella gott tað og hon skal nú merkjast og skiftast. Enn er ikki greitt, nær seðlarnir koma út, men tað verður einaferð seinnapartin.
Savnsmynd