Í løtuni verður ein grind rikin móti Vestmanna, men ætlanin er ikki at drepa grindina.
Finnbogi Midjord, sýslumaður, sigur, at grindin, ið telur um 15 hval, skal merkjast, og at tveir bátar eru í løtuni og reka grindina.
Bjarni Mikkelsen frá Havstovuni Havstovuni váttar, at grindin skal merkjast. Ein grindaformaður er farin til Vestmannar at taka ímóti, og leitað verður nú eftir fólki í Vestmanna at hjálpa til í rakstrinum, sigur Bjarni Mikkelsen, lívfrøðingur á Havstovuni.