Í kvøld hava fólk sæð grind eystanfyri Nólsoynna, men eftir at hava tosað við grindaformenninir í Havn hevur sýslumaðurin tikið støðu til, at einki verður gjørt í kvøld.
Ilt er sjálvsagt at siga um grindin framvegis heldur til kring Havnina í morgin. Men av tí at myrkt var, tá ið grindin varð fráboðað, verður einki gjørt í kvøld.
Av politistøðini í Havn siga tey, at sýslumaðurin og grindaformenninir ætla at halda eitt vakið eyga við grindini í morgin, og verður hon funnin aftur, so verður støða tikin til málið tá.