Fyri einari lítlari løtu síðan var grindaboð í Hestfirði. Tað váttar politiið, sum vit júst hava fingið orðið á. Bátar eru farnir út at kanna málið nærri, og í løtuni eru tríggir bátar hjá henni.
Sum vit skilja á grindaformonnunum, so er meiningin at reka hana á Havnina.
– Beint nú er hon millum Gomlurætt og Kirkjubøhólmin. Vit ætla at reka á havnina, sigur Jón Johansen, grindaformaður.
Grindin verður mett at vera um 100 hval, sigur hann.
Nær hon verður hildin til, er ilt at siga enn. Millum ein og ein hálvan tíma, gitar grindaformaðurin.