Grindaboð vestanfyri Mykines

Ein grind er sædd vestanfyri Mykines.

Fyri einum tíma síðani fekk løgreglan boð um, at ein grind varð sædd vestan fyri Mykines. 


Viðkomandi, ið boðaði frá grindini, metti at talan var um eina stóra grind.


Óvist er hvar hon verður rikin. 


Sea Shepherd skipið Sam Simon, ið órógvaði seinastu grindina, liggur í løtuni í hetlendska høvuðsstaðin
Lerwick. Óvist er hvar Brigitte Bardot er í løtuni.