Myndirnar eru tiknar eftir tveimum minuttum og eru ein samanhangandi myndafrásøgn frá grindadrápinum.
Tað er Regin W. Dalsgaard, ið hevur tikið myndirnar, sum eisini eru komnar út í bókini 2 minutes. Høvuðsevnið í myndabókini eru menniskjuni, sum luttaka í drápinum, og myndirnar lýsa dramatiska huglagið, sum valdar undir sjálvum drápinum og ta heilt serligu sinnisstøðuna, sum grindamenn koma í, meðan grindadrápið er í gongd.
Myndirnar hava verið vístar á framsýning í Smiðjuni í Lítluvík í Havn og í Føroyahúsinum í Keypmannahavn, og hesar framsýningar hava verið sera væl vitjaðar. Komandi vikurnar verða myndirnar so at síggja í Norðurlandahúsinum í Reykjavík.
Framsýningin opnar leygardagin 14. januar klokkan 14, tá Regin W. Dalsgaard greiðir frá um myndatøkurnar og um grindadráp annars.