Grindaformaður: Drápið tók fýra minuttir

- Einir 40-50 hvalir hava lagt beinini í Sandágerði, og drápið gekk væl, sigur Jón Johansen, grindaformaður

- Tað gekk væl at reka grindina suður um Bøboðar og Kirkjubønes og norður við aftur við landinum.

 

Tað sigur Jón Johansen, sum er ein av grindaformonnunum í Suðurstreymi, og hann var sjálvur við í rakstrinum.

 

- Vit vóru bert nakrir fáir bátar, men tað gekk væl at reka, hóast vit høvdu mótstreym norðureftir aftur.

 

Hann sigur, at teir royndu at halda grindini so nær landi norðureftir sum tilbar.

 

Jón Johansen sigur, at tað var rættiliga óslætt á Kirkjubønesi, tá teir fóru um Nesið við grindini.

 

- Einir 40-50 hvalir hava lagt beinini í Sandágerði og drápið, sum bert tók einari fýra minuttir, gekk væl, sigur hann.

 

Grindaformaðurin leggur aftrat, at tá drápið var liðugt, gingu onkrir hvalir eftir, sum ikki høvdu gjørt landgongd.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##