Grindamenn mugu sleppa at tillaga seg

DRÁPSHÁTTUR Vit eiga at vera varin, áðrenn vit áleggja grindamonnum at skifta reiðskap, heldur Hans J. Hermansen, grindamaður

- Vit eiga at fáa stundir at tillaga okkum.
Tað heldur Hans J. Hermansen, grindamaður.
Hann er nevndarlimur í Grindamannafelagnum, men hann leggur dent á, at felagið hevur ikki viðgjørt ætlanina hjá Jacob Vestergaard, landsstýrismanni, at broyta grindareglugerðina, so at tað hereftir verður tann nýggi blásturkrókin og mønustingarin, sum skal brúkast í grind.
Avleiðingin av tí verður, at vanligi grindakrókurin og knívurin hereftir bara skulu brúkast í undantaksføri.
Av tí, at málið ikki er viðgjørt í Grindamannafelagnum, fær hann einki sagt um, hvørja áskoðan, felagið hevur til ætlanina hjá landsstýrismanninum.
Men fyri sína egnu rokning mælir hann til at vísa varsemi hóast hann ásannar, at hann hevur ikki hoyrt annað enn at hesin nýggi reiðskapurin riggar serstakliga væl.
- Eg haldi ikki at tað er rætt at áleggja grindamonnum at skifta reiðskap fyrrenn vit hava havt eina tillaðingartíð, sum er so mikið long, at trygd er fyri, at
allir grindamenn eru førir fyri at brúka nýggja reiðskapin á forsvarligan hátt.
- Tað tekur sína tí at venja grindamenn til nýggjan reiðskap og eg haldi, at vit eiga at taka okkum ta neyðugu tíðina, leggur hann afturat.

5-10 ár
Sjálvur heldur Hans J. Hermansen, at ein tillagingartíð upp á eini 5-10 ár, hevði verið hóskandi.
- Vit eiga at hava í huga, at summastaðni kunnu vera nógv ár ímillum, at grind er og tískil er ikki vist, at grindamenn allastaðni hava havt høvi til at royna hendan nýggja reiðskapin so frægt, at teir duga so mikið væl at brúka hann, at teir eru púra tryggir við hann.
Í eini broytingartíð mugu vit vera prúra tryggir við nýggjan reiðskap, áðrenn vit banna reiðskap, sum vit hava brúkt í øldir.
Hann heldur eisini, at fólk, sum eru kunnug við nýggja reiðskapin, eiga at ferðast kring landið at vísa grindamonnum, hvussu hesin nýggi reiðskapurin skal brúkast.
- Samstundis mugu vit tryggja okkum, at tað er nóg mikið til av hesum nýggja reiðskapinum til grindamenn í øllum landinum, leggur hann afturat.
LES EISINI GREININA: ÓLÓGLIGT AT BRÚKA GRINDAKRÓK OG KNÍV