Grindin gongur skjótt inneftir

Hon er komin inn um Gøtunes og verður hildin til heilt skjótt

Grindin, sum er á veg til Gøtu, gongur skjótt, og um alt gongur, sum tað skal, verður hon hildin til um einar 20 minuttir. Tað fortelur grindaformaður í Syðrugøtu, Zakaris Jacobsen.

 

- Grindin gongur skjótt inn eftir. Tað er ein lítil løta síðan, hon var út fyri Hagaleiti við brennistøðina í Leirvík, og nú er hon longu innan fyri Gøtunes, sigur Zakaris Jacobsen.

 

Les eisini: Grindaboð: Verður rikin til Gøtu

 

Nú eru minst 10 bátar hjá grindini. Talan er um eina lítla grind.